Setri: Upptøka 2013

Á Fróðskaparsetrinum verða nýggj lesandi tikin inn at lesa bachelorlestur á Námsvísindadeildini, Sjúkrarøktarfrøðideildini, Søgu- og Samfelagsdeildini og á Føroyamálsdeildini á hvørjum ári. Á Náttúruvísindadeildini verður arbeitt við at taka upp til nýggja útbúgving í ár kallað "Orku- og umhvørvisverkfrøði". Sostatt er í 2013 møguleiki at søkja inn á minst 7 ymiskar útbúgvingar á Setrinum.