Myndir: Flaggdagshald í Keypmannahavn

Á hvørjum ári plagar Keypmannahavnarnevndin hjá MFS at skipa fyri flaggdagshaldi fyri føroyingar í Keypmannahavn. 
Flaggdagshaldið var hildið á Regensen og flaggdagsrøðu helt Mortan Østerø. Eftir hetta var rundsýning á Regensen. 

Sí myndir frá flaggsdagshaldinum her: 

MFS á NOM-ráðstevnu í apríl 2016

Lestrarfeløg úr norðurlondum og baltiskum londum vóru síðsta vikuskifti á NOM-ráðstevnu í Estlandi. Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður fyri Ráðið, og Lív Egilsdóttir Olsen, skrivari í Ráðnum, umboðaðu Meginfelag Føroyskra Studenta.

NOM er ein ráðstevna, sum verður hildin tvær ferðir um árið, har lestrarfeløg frá ymiksum norðurlondum og baltiskum londum hittast fyri at samstarva og deila sínar royndir innan lestrarøkið. NOM er eitt netverk, ið stendur fyri Nordisk Ordførende Møte og eru limalondini: Føroyar, Danmark, Ísland, Svøríki, Noreg, Finnland, Estland, Letland og Litava. Øll hesi lestrarfeløgini vóru umboðaði á ráðstevnuni í Estlandi.

Hesuferð var túrurin komin til estlenska lestrarfelagið at hýsa ráðstevuni. Evnið á ráðstevuni var “overview of how teaching and studying skills have been monitored, developed and what the current vision for further development is”.

Hetta evnið er sera áhugavert og viðkomandi, og tí fóru vit í gongd at kanna, hvussu langt Føroyar eru komnar á hesum økinum. Eftir at hava tosað við Setrið og Mentarmálaráðið, kundu vit staðfesta, at hetta er ikki nakað, ið Føroyar hava arbeitt nógv við.

Hinvegin vóru tey samd um, at hetta er nakað sum skal raðfestast hægri, tá ið tíðin er búgvin til tess.  Tí var tað sera áhugavert at hoyra hini lestrarfeløgini greiða frá, hvussu tey arbeiða við hesum, og hvussu langt tey vóru komin á økinum.

Eitt annað endamál við NOM-ráðstevnuni er at læra onnur lestrarfeløg at kenna og deila sínar royndir sum feløg. Torstein og Lív høvdu eisini eina framløgu um føroyska meginfelagið og tess arbeiði, umframt lestrargongdina í Føroyum sum heild. MFS hevur lutikið á NOM-ráðstevnum fyrr, og er ætlanin hjá MFS eisini at luttaka í næstu NOM-ráðstevnuni, sum verður í Bergen í oktobur.

Vit í MFS vóna, at tað fer at bera til hjá MFS at luttaka í hesum netverkinum framyvir við tí fyri eygað, at eisini hýsa ráðstevnuni í Føroyum einaferð skjótt. Hetta er ein gyltur møguleiki fyri at kunna onnur lond um Føroyar og styrkja samstarvið millum MFS og onnur lestrarfeløg.

Sí myndir frá NOM-ráðstevnuni:

Ræstkjøtaveitsla í Keypmannahavn

Aftur í ár skipar Keypmannhavnarnevndin hjá MFS fyri tí árligu ræstkjøtaveitsluni í hesi myrku vetrartíð. Kom í Føroyahúsið 13. februar til føroyska veitslu!

Matskráin verður sum vant røst súpan til forrætt, ræst kjøt sum høvuðsrætt og sjálvandi okkurt søtt omaná. Í ár hava vit eisini fingið Sunnleif Andreasen, fotograf, at taka myndir.

Fyri at tekna seg til veitsluna skulu 275 kr flytast við mobilepay á 60797750 ella á 9181-0004686413. Minst til at viðmerkja alt navnið á øllum luttakarum um tú keypir fleiri atgongumerkir, og harafturat at viðmerkja telefon nummar.

Vit gleða okkum at síggja teg!

MFS fingið nýggjan skrivara

Barbara G. Apol er sett í starv sum nýtt skrivstovufólk hjá MFS. Barbara arbeiðir í løtuni í frítíðarskúla, men ætlar sær at lesa búskaparfrøði á Setrinum í august. Afturat hesum hevur hon verið virkin í Amnesty, SU og Sinnisbata. Vit gleða okkum til samstarvið og ynskja Barbaru vælkomna í hópin.

Samstundis vilja vit takka Ásu Hammershaimb Christiansen fyri gott samstarv og ynskja henni góða eydnu, nú hon tekur við nýggjum starvi.

Ráðið fyri 2015/2016

MFS hevði ársaðalfund tann 11. august 2015, og tá varð nýtt ráð og nýggjur formaður valdur.

Ráðið fyri MFS 2015/2016 sær soleiðis út:

Torstein Jóhannes Fríðfinsson, formaður
Eirikur H. Sanderson, næstformaður
Lív Egilsdóttir Olsen, skrivari
Poula Lassen
Unn Augustudóttir Krákustein
Anne M. Hansen
Turid Christophersen
Katrin Fríða Jógvansdóttir
Marjun Lindarstein
Guðrun Durhuus
Emil Hermansen

Aðalfundur

Góðu føroysk lesandi bæði úti og heima

Týsdagin 11 august hevur Meginfelag føroyskra studenta aðalfund. Vit vilja tí bjóða øllum lesandi og áhugaðum at koma og kjakast um lestraríbúðir, útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, valrætt hjá lesandi og hvat annað ið skuldi ligið hjartanum nær.

Eisini verður høvdið at hoyra um virkesemið hjá MFS og gerast partur av toyminum.

Aðalfundurin byrjar kl 17:00
har ymiskt praktiskt og kjak verður á skránni

kl 19:00 verður eitt upplegg um ætlarnirnar at gera lestraríbúðir Føroyum

kl 19.30 verður tónleikur við Benjamin Petersen

Kaffi og køka verður sjálvandi eisini at fáa.

So komið og kjakist ella bara til eina hugnaliga løtu við øðrum lesandi

Tiltakið er ókeypis

Meginfelag føroyskra studenta

https://www.facebook.com/events/1447258692247982/

Nýggja ráðið

Leygardagin 26. Juli hevði MFS aðalfund

 

Á aðalfundinum takkaði fyrrverandi Formaðurin, Regin Berg fyri seg, eftir at hava verið aktivur í MFS í 5 ár. MFS takkar honum fyri tíðina og ynskir honum alt tað besta framyvir.

Á fundinum varð tosað um, hvat MFS ætlar at gera komandi hálvárið, m.a. er ætlanin at fáa eina føroyska nevnd upp á beinini, fáa Fjølnir sum eina heimasíðu, seta fokus á lestraríbúðir í Føroyum, gera tað nemmari fyri útisetar at sleppa á val og mangt annað.

Síðani varð eitt nýtt ráð valt:

Turið Christophersen, 1. forkvinna

Eirikur Sanderson, 2. formaður

Lív Egilsdóttir Olsen, skrivari

Ása Hammershaimb Christiansen, skrivtovufólk

Selma Dahl Erol

Ann Krista í Dali

Unn Kragesteen

Poula Lassen

Anna Kristina Svabo

Katrin Fríða Jógvansdóttir

 

Aðalfundur

Meginfelag Føroyskra Studenta bjóðar øllum lesandi á aðalfund í Bókbindaragøtu 8 í Tórshavn leygardagin kl. 14:00.

Á fundinum verður tónleikur, prát um lestrarviðurskifti, kunning um virksemi MFS'ar og øll, sum vilja gera mun og fáa góðar royndir at vísa á, fáa møguleikan at luttaka í arbeiðinum hjá MFS.

MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskifti, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. 

Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum felag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er sostatt viðurkent samráðingarumboð við føroysku myndugleikarnar, og verður felagið tikið við upp á ráð, tá lestrarviðurskifti verða viðgjørd.

Skrá: 
kl. 14:00 - Formaðurin bjóðar vælkomin.
kl. 14:02 - Formansfrágreiðing
kl. 14:15 - Fjølnir nú og í framtíðini
kl. 14:30 - Tónleikur og prát
Kl. 14:45 - Hvørji mál skal MFS leggja dent á?
kl. 15:10 - Framløga av granskoðaðum roknskapi og viðgerð
kl. 15:20 - Val av nýggjum ráði
kl. 15:30 - ymiskt
At enda tónleikur og prát.

 

Sí tiltak á Facebook: https://www.facebook.com/events/1431046873842255/

Pisudagar í Eik

Pisudagar í Eik

Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.

Tí skipa MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), ASK (Altjóða Skrivstovan) og Eik fyri Pisudøgum á hvørjum ári. 

Tiltakið er ætlað tær, ið fer undir víðari lestur uttanlands, og endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, ið eru í somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

Aftur í ár verður eisini høvi at hitta umboð fyri Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark, og umboð fyri 'Leinkjan.fo'

Pisudagar 2014

Mánakvøldið 4. august kl. 19.30

á deildini hjá Eik í Klaksvík

Týskvøldið 5. august kl. 19.30

á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn

Skrá

  • Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.
  • Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.
  • Umboð fyri Vinnuhúsið greiða frá nýggja spennandi átakinum 'Leinkjan.fo', sum skal binda føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving tættari saman.
  • Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti
  • Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftan á at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.
  • Eftir framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta ASK, MFS, Eik, Leinkjuni og Ráðgevingini nærri spurningar.
  • At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman

 

Sí fleiri videofrásagnir á http://18-25.fo/Default.aspx?ID=6534