Ókeypis at gerast limur í MFS

Hey góðu lesandi Meginfelag Føroyskra Studenta - MFS - er felagsskapurin fyri tey føroysku lesandi á hægri útbúgving, bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini er tað felagsskapurin fyri føroyingar í læru uttanlands.

MFS arbeiðir einans við áhugamálunum hjá teimum lesandi, og er óheft av partapolitikki. T.d. var tað MFS sum í síni tíð fekk ferðastuðulin til lesandi ígjøgnum.

MFS hevur nevndir í Føroyum, Aberdeen, Íslandi, Odense og Keypmannahavn, og hava vit eisini heimstað og skrivstovu í Keypmannahavn. Og vit leita altíð eftir nýggjum umboðum fyri okkum. Og sjálvsagt nýggjum limum.

Tað hevur aldrin verið so neyðugt sum nú at MFS stendur sterkt, og verjir rættindini hjá teimum lesandi, tí høvuðsvegurin til eitt nýmótans og framkomið samfelag er útbúgving! At skerja rættindini hjá teimum lesandi er at skerja eitt ta besta kortið hjá Føroyum.

Vilt tú vera við, og stuðla tí einastu røddini hjá teimum lesandi, so melda teg inn sum lim í MFS. Tað er líkamikið um tú hevur hug at hjálpa, ella bert vil stuðla okkum gjøgnum tín limaskap.

PS: Tað er ókeypis. :)

Innlima teg í MFS her.