Lán er ikki loysnin

pengar.jpg

MFS ynskir eins og politikkararnir, at útbúnu føroyingarnir flyta heim aftur til Føroya, men at taka pískin fram bøtir tó ikki um støðuna. Vit í MFS eru samd um, at tað er ikki rætta loysnin at broyta partin av ÚSUN, sum er settur av til skúlagjald, til lestrarlán.

ÚSUN stimbrar fjølbroytni

Áleið 225 føroyingar lesa í londum uttan fyri Norðurlond. Hesi fáa minni enn 12 milliónir krónur frá føroyska samfelagnum. Skilagóða íløgan, ið ÚSUN-skipanin er, stimbrar ungum at nema sær fjølbroyttar útbúgvingar. Verður ÚSUN lagt um til lán, fáa vit eina skipan, ið ger livikorini verri hjá teimum, ið leita sær uttanlands at lesa.

Á rættari kós? – Óætlaðar avleiðingar

Føroyar eru í harðari kapping við londini kring okkum um tað dýrasta tilfeingið, nevniliga menniskjuni. Uppskotið um at gera ÚSUN til lán ger als ikki kappingarførið betri. Endamálið við at broyta ÚSUN til lán er partvís fyri at fáa føroysk lesandi heim eftir loknan lestur. Men MFS loyvir sær at ivast í, um hetta málið verður rokkið við hesum amboðum.

Lesandi ynskja ikki at seta seg í skuld, og tað er sannlíkt, at nógv heldur fara at velja Danmark fram um onnur lond. Ein óætlað avleiðing er tí, at færri fara útum Norðurlond at ogna sær serkunnleika. Høvdu Føroyar umsitið lestrarstuðul til øll føroysk lesandi – eisini í Danmark –, so hevði støðan verið øðrvísi.

Ein onnur óætlað avleiðing er, at lesandi kring knøttin fata hesa lógina sum styggjandi og frástoytandi - og hetta er ikki ætlanin hjá politikkarunum. At seta ein lítlan part av teimum lesandi í skuld, um tey ikki koma heim, er beinleiðis skeivur boðskapur at senda! Meira sannlíkt verður, at lesandi tá fara til Danmarkar at lesa, so at lesandi sleppa frá at gjalda lánið aftur, um ein onkursvegna ikki kann flyta heim.

Føroyar skulu draga! - Ikki styggja!

Politikarar áttu heldur at roynt at bøtt um umstøðurnar hjá lesandi eftir loknan lestur við at givið teimum rættindi til m.a. eitt arbeiðsloysisgjald! - Tað hevði verið eitt dragandi átak!

At betra um tilboðini í Føroyum, menna umhvørvið og stimbra tilknýtið til Føroyar eru viðurskifti, ið kunnu birta undir, at lesandi venda aftur til teirra heim, Føroyar!

Við vón um eitt sakligt og fakligt kjak. - Við lestrarkvøðu

vegna MFS

Birita í Dali, forkvinna