Føroya-frádrátturin minkar


Føroya-frádrátturin, sum lesandi føroyingar fáa, tá teir eru á skúla í Danmark, lækkar 1. januar. Frádrátturin sum hevur verið 71.000 kr., lækkar niður í 42.900 kr. á nýggjárinum.

Broytingin er tó bert galdandi fyri tey, sum byrja at lesa eftir 1. januar. Tey, sum eru farin undir útbúgving, varðveita gamla frádráttin, til tey eru liðug at lesa.

Sí grein á Kringvarp Føroya her.