Fjølnir #1 2010 er komi út

[issuu layout=http%3A%2F%2Fskin.issuu.com%2Fv%2Flight%2Flayout.xml showflipbtn=true documentid=100829135443-82deee89326c4030a963a62111907344 docname=fjolnir_ar26_nummar01_2010 username=fjolnir loadinginfotext=Fj%C3%B8lnir%20%C3%A1rg.%2026%20-%20nummar%2001%20(2010) showhtmllink=true tag=mfs width=600 height=372 unit=px]


Blaðnevndin hevur í ár lagt nógva orku í at seta gongd aftur í Fjølnir. Fyrsta útgávan í hesum árgangi er nú klár og nevndin frøðist yvir at kunna bjóða hana fram bæði í prenti og í talgildari útgávu á alnótini.

Í fyrstu syftu senda vit størri nøgdir av blaðnum til Danmarkar, Ísland og Aberdeen. Í Danmark er blaðið at fáa í Føroyingahúsinum frá Jógvan. Í Íslandi ber til at spyrja Sølva og í Martin tekur bløðini við til Aberdeen tann 20. september. Eisini vera bløðini at fáa á Setrinum.

Sum sagt, so ber nú til at lesa blaðið á alnótini. Blaðið er at finna her samt omanfyri. Eisini er nú ein síða um Fjølnir á okkara MFS-Wiki. Øll eru vælkomin at hjálpa okkum at skriva hana.

Blaðstjóri Regin Berg takkar blaðnevndini og øllum, ið hava hjálpt okkum at fáa blaðið klárt. Hevur tú áhuga at vera við til næsta blað ella at hjálpa á annan hátt, eru vit at finna á kjaktorginum her.