Søk Flogvit!

Við Flogvit kanst tú fáa stuðul til ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur,ið snúgva seg um føroysk viðurskifti. GFSL var gamla heitið fyri Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir, men MFS avgjørdi fyri jól at finna eitt nýtt navn til stuðulin. Við eini navnakapping í desember varð møguligt hjá lesandi at senda uppskot inn.

Nýggja heitið

Flogvit er nýggja navni á stuðulinum, ið MFS veitir til lesandi!

Nýggja heitið, Flogvit, er sett saman av orðinum at flúgva og vitan. Hetta kundi ikki passa betur til stuðulin hjá MFS, ið verður latin til ferðing (oftast flúgving) í samband við at innsavna vitan.

Rólant Waag Dam, lesandi á RUC, eigur hugskotið.

Søk nú!

Stuðul frá Flogvit verður játtaður tvær ferðir um ári, á vári og á heysti. Freistir at søkja eru 1. apríl og 1. oktober á hvørjum ári.
Ferðing, sum stuðul verður søktur til, skal vera farin fram í tí tíðarskeiðinum, sum søkt verður til. Verður t.d. søkt 1. apríl skal ferðin vera farin fram í tíðarskeiðinum oktober-apríl sama ár. Les meira um Flogvit á www.mfs.fo/flogvit