Landsstýriskvinnan broytt hugsan?


Kringvarp Føroya skrivar í dag at landsstýriskvinnan í Skúlamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur skift meining og ikki ætlar sær at "hækka aldursmarkið hjá útibúgvandi, ið kunnu fáa hægra stuðulin, úr 18 upp í 20 ár. Og tí ætlar hon at broyta tann partin av uppskotinum, so ongin broyting verður í mun til í dag, tað merkir, at aldurmarkið ikki verður 20 ár".

Men, skrivar Krinvarp Føroya víðari, "fyri at spara somu upphæddina ætlar landsstýriskvinnan at lækka studningin hjá heimabúgvandi við 400 krónum fyrsta januar 2011, so at studningurin beinanvegin lækkar úr 2200 krónum niður í 1800 krónur. Upprunaætlanin var annars, at lækkingin skuldi verða í tveimun, so at studningurin lækkaði 200 krónur fyrsta januar og aftur 200 krónur fyrsta august komandi ár".