Fundarfrágreiðing


Hoyringsfundurin í Mentanarnevnd Løgtingsins viðv. uppskot um lógarbroyting fyri stuðul til Føroysk lesandi. MFS varð boðið til hoyringsfund hjá mentanarnevndini 26.okt og møttu tvey umboð úr MFS Føroyanevnd. Umboðini vóru Teitur Vágadal, formaður og Pætur Vágadal Joensen nevndarlimur.

Áðrenn fundin fingu umboðini bæði eitt stutt prát við limir í Næmingarráðnum í Hoydølum. Umboðini frættu at næmingaráðið arbeiddi við at stovna eitt felags ráð fyri allar miðnámskúlanæmingar í Føroyum. Hetta fyri at næmingarnir kunnu standa sum ein sterkur frontur. Og sjálvandi varð eisini prátað um sjálvt lógaruppskotið, og vóru øll samd um, at hækkan av aldursmarkinum fyri útibúgvandi miðnámsskúlanæmingar ikki fór at gerast veruleiki.

Og so kom tíðin til sjálva hoyringina. Hoyringin gekk væl. Umboðini fingu víst á nøkur ymisk viðurskiftið. Løgdu út við at mótmæla áðurnevnda aldursmarkarhækkan. Síðani varð víst á at rentuhækkingin ikki varð nóg greið hví hon skuldi gerast, at ein bert nærkast hugtakinum vinnurekandi banki, og flutti seg frá stuðli.

Eitt, ið varð víst á, sum fá hava lagt dent á, er at ein arbeiðsbólkur endurskoðar stuðulslóguna í løtuni og møguligar broytingar, og best var at bíða eftir tilmælinum frá arbeiðsbólkinum.

Síðani varð nomið við ferðastuðulin og løgdu vit sjónarmiðini fram, sum MFS hevur víst á í miðlunum. Eisini varð tosað um ÚSÚN gjaldið til gjald fyri útbúgvingar; har var ein tanki hjá løgtingslimum at broyta til lán fyri tey, ið ikki komu heim aftur eftir lokna útbúgving. Umboðini hildu at hetta var ikki eitt gott signal at senda, tí at so kundu lesandi fáa tað sjálvsfatan at vera ein byrja fyri samfelagi, ístaðin fyri at vera ein íløgu. At tann tankin varð ikki serliga eggjandi fyri at fara út í heim at lesa.

Eisini vildur løgtingslimir vísa á at útreiðslur til útbúgving varð hækkaður nógv tey seinastu árini, men vísti MFS-umboðini á at politiska ynski seinastu árini, um at ung útbúgva seg kostaði, so tað var bert ein sjálvfylgja at útreiðslurnar eru vaksnar. Síðani var endað við at funnist var at løgtingið ikki hevði nakað mál ella mið, og er tað týðningarmikið at finna mál og mið at arbeiða eftir.

Mentanarnevndin væntaði ikki at aldursmarkið verður veruleiki, og so er bert at bíða eftir tingviðgerðini.

MFS-Føroyanevnd