ABC: Teir lovaðu betri umstøður til lesandi

Sosialurin hevur kannað eitt øki, sum serstakliga ungdómar hava áhuga í – nevniliga lestrarstuðulin og útbúgvingarøkið. Og hvat søgdu flokkarnir áðrenn seinasta val?


Sambandsflokkurin: Útbúgvingarstuðul skal veitast lesandi úr 16 ára aldri.

Javnaðarflokkurin: Stakir uppihaldarar skulu hava barnaískoyti og dupultan lestrarstuðul.

Fólkaflokkurin: Skattafrí útleiging økir útboðið á íbúðum, so tað gerst bíligari hjá ungum at leiga.


Niðurstøðan hjá Sosialinum er at: "nú valskeiðið er meira enn hálvrunnið, at ikki bert eru hesi vallyfti ikki sett í verk – haraftrat hevur samgongan skorið lestrarstuðulin til heimabúgvandi, sett aldursmarkið fyri hægra stuðulin upp til 20 ár, og lestrarstuðulin minkar við 10 prosentum so hvørt lesandi fáa meira enn 10.000 krónur í løn um mánaðin."

Si grein a portalinum her.