Í morgin, týsdagin 26. oktober klokkan 9:15 er MFS boði við til fund í løgtinginum. Til viðgerð er Løgtingsmál nr. 25/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul.
Skráin sær soleiðis út (via logting.fo tann 25. oktober 2010, 18:40):
Týsdagin 26. oktober 2010, kl. 9.00 (Fundarhøli 2)
1. Gerðabók 2. Løgtingsmál nr. 12/2010:Uppskot til samtyktar um at endurskoða halgidagslógina 3. Løgtingsmál nr. 25/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
Hesi koma á fund við nevndirna í samband við pkt. 3 á dagsskránni: Kl. 9.15 MFS (Meginfelag Føroyska Studenta) Kl. 9.40 Næmingaráðið í Hoydølum Kl. 10.00 Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna og umboð fyri Studna
MFS-Føroyar hevur bjóða seg at fara til fundin. Vónandi kemst eitthvørt áhugavert burtur úr. Vit siga frá her á síðuni, tá ið vit vita meira.