Viðmerking til Evnisdag hjá Vinnumálaráðnum

Screenshot av heimasíðu SagaMedica


Aftaná at hava lagt út tíðindi um Evnisdag um nýskapan, íverksetan og vitan hjá Vinnumálaráðnum á hesa heimasíðu - kenni eg at tað er mín skylda, sum lesandi undir hægri lesnaði, at vísa á at Perla Björk Egilsdóttir, sølustjóri hjá SagaMedica (ið hevur fyrilestur undir heitinum “Medicinal Herbs – The Green Gold” klokkan 9:50) umboðar eina fyritøku, ið selur sokallaðar "Náttúruvørur".

Undirritaði skilir á ongan hátt, at Fróðskaparsetur Føroya vil vera við at seta sítt akademiska navn til eina lýsing av tílíkum náttúru-heilivági. Fyritøkan skrivar sjálv (sí mynd) á heimasíðu sínari, at vøran, hon selur, ikki heldur tað, ið hon annars lovar.

Martin Mohr Olsen Næstformaður, MFS