Evnisdagur um nýskapan, íverksetan og vitan


28. oktober 2010 í Norðurlandahúsinum. Vinnumálaráðið skipar, saman við Mentamálaráðnum og Fróðskaparsetri Føroya, fyri evnisdegi um nýskapan, íverksetan og vitan.

Íslendsku Hjálmar Árnason, Sigriður Ingvarsdóttir, Berglind Hallgrímsdóttir og Perla Björk Egilsdóttir siga frá íslendsku royndunum at skapa samanhangandi innovatións- og íverksetaraskipanir. Aftaná fyrilestrarnar verður pallborð um føroysku avbjóðingarnar at vaksa um vitanarvinnur, innovatión og íverksetan.

Evnisdagurin verður hósdagin 28. oktober frá kl. 9 – 12 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Sí skrá á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum.