MFS skipað Føroyanevnd

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Teiti Vágadal sum formanni, Mariu í Skorini sum varaforkvinnu og Guðrið S. R. Poulsen sum skrivara. Aðrir nevndarlimir eru Pætur Vágadal Joensen, Rita Dam Simonsen og Johann J. Petersen. Føroyanevndin hevur ikki verið virkin í eitt tíðarskeið, men hevur góðar vónir fyri framtíðina.

Fleiri átrokandi mál eru klár at fara í holt við. Millum annað skal uppskotið um broytingar í lóg um lestrarstuðul viðgerast.

MFS fer somuleiðis at arbeiða miðvíst fyri at økja um trivnaðin hjá teimum lesandi í Føroyum, og annars røkja áhugamál teirra. Heitt verður á øll lesandi í Føroyum at tekna seg sum lim í MFS