Aftursvar til HUXA


Eftir at HUXA skýrir MFS at vera burturvið, oyðslutt og merkt av óvitsku, føla vit okkum noydd at vísa ákærunum aftur. (Les greinina her)


Burturvið? Sambært HUXA (Fólkaflokksungdómur) er tað burturvið at finnast at lækkandi ferðastuðli, dýrari lánum og veitingum, sum ikki taka hædd fyri inflatión. Hetta tí at Føroyar eru mest framkomna landið í heiminum innan stuðul til lesandi. Hetta passar heilt einfalt ikki. Tað eru ikki Føroyar, sum veita teimum allarflestu føroysku lesandi stuðul, tað er Danmark.

Vit finnast somuleiðis ikki at tí, at ferðastuðulin verður lækkaður. Vit finnast at, at ferðastuðulin lækkar eins nógv hjá øllum, tí at “tað ber til” hjá lesandi í Danmark at fáa bíligar túrar heim. Hví skal stuðulin t.d. lækka hjá fólki uttanfyri Danmark, tá tað í teimum allar flestu førunum kostar meira at koma heim, enn stuðulin tey lesandi, sambært uppskotinum, fáa?

Seinastu kanningarnar siga okkum, at bara ein fjórðingur av teimum lesandi siga seg ætla at koma aftur til Føroyar. Tí eiga vit at gera alt vit kunnu, fyri at tryggja okkum at tey varðveita sambandið við Føroyar. At gera minni, tað eigur ikki at vera ein møguleiki. Tað Føroyar í løtuni gjalda fyri tey allarflestu, sum eru farin undir hægri lesna, er 5.000 krónur um árið. 25.000 krónur fyri ein føroying, sum kemur aftur við eini master, er einki afturímóti tí, sum onnur lond vit vanliga samanbera okkum við gjalda.

Oyðsl? Tá tað snýr seg um nullvøksturin í almennu fyrisitingini, hevur HUXA heilt einfalt misskilt tað vit siga. Vit hava einki ímóti, at embætisverkið skal spara, eins og vit einki høvdu havt ímóti, at embætisverkið bleiv størri. Hetta hevur MFS sum felagsskapur fyri so vítt onga meining um. Tað vit finnast at er, at politiska skipanin bara sigur: “Nullvøkstur! Antin siga vit fólki upp, ella eisini sleppur lønin ikki at vaksa”, heldur enn at hyggja eftir, hvat í almennu fyrisitingini vit kunnu spara burtur, hvørjum vit ið hvussu so er hava brúk fyri, hvørjar minni neyðugar skipanir vit hava, ella hvar bygnaðurin er óneyðuga dýrur.

Bara at spara fyri at minka tølini – uttan raðfesting – hevur bara við sær, at antin verður arbeiðsbyrðan tyngri hjá teimum sum eru eftir, ella verður lønin minni í mun til onnur lond, sum kann hava við sær at uppaftur færri at flyta heimaftur.

Óvitska? MFS hevði ikki kent seg noytt at tala at, um vit vóru sannførd um, at minni stuðul til lesandi er føroyska samfelagnum at gagni. Trupulleikin har er bara, at Føroyar spara serstakliga lítið við hesum tiltaki, um ein samanber við aðrar alternativar møguleikar. Beinleiðis og óbeinleiðis studningurin til fiskivinnuna, veruligar reformar innan embætisverkið, hægri skatt/gjøld, stigvíst at lækka almennu pensjónina, rationellari skúlabygnað ella eldraverk... Har er ein hópur av møguleikum, sum øll vita eru har. Trupulleikin er bara, at avgerðirnar antin verða skotnar út í framtíðina ella goymdar burtur.

Tað sum MFS eftirlýsir, er at tað ber til at siga, hvør politikkurin er í Føroyum, hvar lesandi og hægri útbúgving sum heild passa inn og hvør ætlanin við politikkinum er.

Við kvøðu, Aðalráðið.