Aberdeen: Førleiki í Útlegd


Uttanríkisráðið | Uttanríkisráðið á Facebook | Tiltakslýsing á Facebook


Ókeypis tiltak fyri lesandi/útisetar: Aftur í ár skipar Sendistovan í London fyri tiltakinum Førleiki í Útlegd. Hesaferð fer stjórin í NEMA samtakinum, Christian Nagata, at greiða frá, hvussu NEMA við nýggja samleikanum hevur lagt lunnar undir komandi menning og vøkstur. Tiltakið verður skipað sum framløga og kjak og síðani sum hugnaløta við ábiti og drekka.

Neyðugt er at tekna seg til tiltakið við at senda ein teldupost til katrinak@mfa.fo ella við at ringja á nummar 0207 333 0227 áðrenn mikudagin 27. oktober.

Stað: Carmelite, Stirling Street, Aberdeen, AB11 6JU (á Google Maps) Dagfesting: Fríggjadagin 29. oktober 2010 Tíð: Kl. 18.00 - 21.00