JobMatch 2010 - 9. oktober

Leygardagin tann 9. oktober verður Jobmatch 2010. Í ár hava vit valt at nýta Føroyahúsið á Vesturbrúgv í Keypmannahavn sum karm um tær samtalur, útisetar fara at hava við føroyskar fyritøkur og stovnar.

Eftir eina væleydnaða starvstevnu í 2008 taka vit nú táttin uppaftur og skipa fyri enn einum Jobmatch tiltakið. Endamálið er at lætta um hjá føroyskari vinnu og útisetum at knýta samband við hvørt annað.

Á Jobmatch 2010 fara fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram yvir fyri útisetum. Fyri at fáa sum mest burturúr, so ráða vit útisetum til at bíleggja sær eitt sokallað JobPrát, sum er ein óbindandi styttri samrøða á 10-15 minuttir. Her fáa tey høvið til at kunna seg um tær fyritøkur og stovnar, tey eru áhugað at koma í samband við, umframt at greiða frá um seg sjálvan. Útisetin kann bíleggja sær eitt JobPrát á www.jobmatch.fo

Tær fyritøkur og stovnar, sum ynskja at koma í samband við útisetan eru: Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Bitland, Elektron, Fiskaaling, Formula, Føroya Banki, Havsbrún, Landsbankin, Landssjúkrahúsið, Nema, Nota, Sansir, Starv.fo, Tórshavnar kommuna og Vodafone.

Væntandi verða tað enn fleiri fyritøkur og stovnar, sum ynskja at luttaka á Jobmatch tann 9. oktober. Luttøkutalið er avmarkað og bert fá pláss eru eftir!

Tað er ókeypis hjá útisetum at luttaka á Jobmatch umframt at bíleggja sær eitt JobPrát! Eisini verður okkurt undirhald fyri børnini á Jobmatch!

Jobmatch verður fyriskipað av Bitlandi í samstarv við Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna stuðlar tiltakinum fíggjarliga.


Sí eisini portalin her og her.