Hava Føroyar eina framtíð?


Høvdu menniskju verið maskinur, var har slett eingin orsøk hjá lesandi føroyingum, at koma aftur eftir loknan lestur. Tað er dýrt at búgva í Føroyum, arbeiðsmarknaðurin er einstáttaður og tey flestu lesandi hava longu íbúð, vinfólk og arbeiðsmøguleikar í landinum, sum tey lesa í. Tað, sum fær nøkur okkara til at koma aftur, eru kenslur so sum vón, dirvi og viljin til at skapa nakað nýtt. Alt kenslur, sum onga innivist hava í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011.

Heldur enn at síggja álvaran í, at bara ein út av fýra lesandi við vissu ætlar aftur til Føroyar, ætla landsstýri og løgting at fáa lesandi til at kenna seg minni vælkomin í Føroyum. Lesandi í øllum londum fáa 1.000 kr,- minni í ferðastudningi, av teirri orsøk at “tað ber til” hjá lesandi í Danmark, at fáa ferðaseðlar, ið eru bíligari enn núverandi stuðulin. Myndugleikarnir siga einki um, hvussu tað er hjá fólki uttanfyri Danmark (har ferðaseðlarnir kosta munandi meira), ella hvussu er við teimum, sum ikki megna at fáa teir heilt bíligu ferðaseðlarnar.

Harnæst verður rentan á lánum frá Studna 2% hægri. Orsøkin er at rentan í løtuni er sera lág, og landið tískil ikki fær nakra serliga inntøku av at lána lesandi pening. Brennandi spurningurin er so, hví landið skal fáa inntøku av at lána lesandi føroyingum pening. Hvørt tað á nakran hátt kann vera rætt, at ein stovnur, hvørs endamál er at stuðla lesandi, skal drívast sum var hann ein banki.

Tíverri eru tað ikki bara skerjingar (og væntandi raðfestingar), sum raka lesandi beinleiðis, ið vit føla okkum noydd at mótmæla. Tiltøk so sum nullvøkstur í almennari fyrisiting hava eisini við sær, at tað er minni spennandi at koma aftur til Føroyar. Antin verða lønirnar í Føroyum uppaftur lægri enn tær eru uttanfyri Føroyar, ella eisini verða arbeiðsplássini minni spennandi og meira stressandi vegna færri starvsfólk. Onnur tiltøk, so sum slett ikki at granska í alternativum orkukeldum, senda boð um, at Føroysku myndugleikarnir ikki leggja nakað í at granska økir, sum eru altavgerandi fyri framtíð Føroya og veruliga siga ungdómi nakað. Men framum alt siga tílík tilvildarlig tiltøk, at fíggjarlógaruppskotið sparir eitt sindur her og der, heldur enn hyggur at hvørjum vit hava brúk fyri.

Sum nú er megna lesandi ikki at síggja nakra ætlan, mið ella endamál við politikkinum, sum verður førdur í Føroyum. Vit eftirlýsa, at lesandi og tað at fáa lesandi aftur til oyggjarnar verða raðfest. Vit eftirlýsa at Føroya løgting og landsstýrið gera sær greitt, hvussu framtíð Føroya skal síggja út. Vit eftirlýsa, at vit kunnu síggja at har eru vón, dirvi og viljin til at skapa nakað nýtt í Føroyum.

Við kvøðu, aðalráðið.