Nýggj deild í Århus

MFS kann við gleði boða frá, at MFS aftur hevur fingið eina nevnd í Aarhus.

Við at seta eina lokala MFS nevnd á stovn í Aarhus fáa tey lesandi har eina sterkari rødd og ikki minst skipaði viðurskifti og samband heimaftur til Føroyar. Tað stóra netverkið, ið MFS gjøgnum nógv ár hevur bygt upp við føroyskar myndugleikar og føroyskt vinnulív, verður nú eisini lætt atkomiligt hjá lesandi í Aarhus.

MFS vónar, við hesari lokalu nevndini, at tiltøk felagsins koma at røkka enn longur tvørtur um Danmark, og vónandi enn fleiri føroyingar í Danmark koma at knýta bond til Føroyar og vónandi hava Føroyar í huga eftir loknan lesnað.

Við at víðka lokalu nevndirnar til eisini at umfata Aarhus, verður møguleiki at upplýsa føroyskar næmingar um møguleikar í Aarhus, so sum lestrar- og bústaðarviðurskifti.

Tey, ið manna Aarhus-nevndina eru:
Maria Ziskason, forkvinna
Elsa Maria Magnusardóttir Olsen
Marin Ennistein Heinesen
Arne Winthereig

Aarhus.jpg