Samvinnan.com


SAMVINNAN skrivar: Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School. Samvinnan virkar fyri at savna og samansjóða tey føroysku lesandi, soleiðis at vit sum ein eind kunnu skapa tættari knýti til føroyska vinnulívið og onnur áhugafeløg.

Endamálið við áhugafelagnum Samvinnan er eisini at geva okkum lesandi eitt andlit, soleiðis at vit eru løtt at finna, tá ið tørvur er á okkum. Her verður hugsað um arbeiði í summarfrítíðini, lestrararbeiði ella arbeiði eftir loknan lesnað.

Vit vilja eisini styrkja møguleikarnar til at skriva tíðarhóskandi uppgávur um føroyskar fyritøkur; bacheloruppgávu, høvuðsuppgávu osfr. Hetta kervið skal eftir ætlan styrkja møguleikarnar hjá okkum lesandi, men eisini hjá føroyska vinnulívinum.


Vitja tey á Samvinnan.com.