Einans 20–25% av føroyskum kvinnum og monnum ynskja at flyta heimaftur til Føroya at búgva.

Ein greining av tølunum í Útisetakanningini, sum Tórshavnar kommuna var við til at gera í 2008, vísir, at bert fimta hvør føroyska kvinna og fjórði hvør føroyskur maður búsitandi í Danmark við vissu ynskja at flyta heim aftur til Føroya at búgva.

Kanningin vísir, at jú longri útisetar búgva í Danmark, jú minni gerst hugurin at flyta heimaftur til Føroya.

Fólk í virkisfúsum aldri við hægri útbúgvingum eru ein týðandi bólkur í mun til menning av einum samfelag. Fyri at kveikja áhugan hjá hesum útisetabólki at flyta heimaftur, er tað av stórum týdningi, at tað føroyska samfelagið og vinnan støðugt heldur sambandið við útisetan við líka, soleiðis at útisetin áhaldandi gerst varugur við teir møguleikar, hesi hava at bjóða.

Í útisetakanningini vístu útisetar á, at tað er týdningarmikið at tiltøk sum t.d. starvstevnan Jobmatch gerst ein afturvendandi táttur, um málið at fáa fleiri útisetar heimaftur eftir loknan lestur skal røkkast.


Upprunagrein.