Vit skapa karmarnar, tit skapa framtíðina! - Heðin Mortensen borgarstjóri

Ungdómurin flytur alsamt meira hagar, hann hevur bestu møguleikarnar fyri einari góðari yrkisleið, góðum trivnaði og góðum frítiðartilboðum. Fyri at tryggja framhaldandi menning i samfelagnum, er størsta avbjóðingin nú og í framtíðini at tryggja fólkavøkstur. Tørvur er tí á øllum góðum kreftum – ikki minst virkisfýsnum útisetum við dirvi og árræði. Tí hevur Tórshavnar kommuna valt at stuðla tiltakinum Jobmatch, sum verður 9. oktober í Keypmannahavn.


Tórshavnar býráð tók eitt stig herfyri, sum ikki áður hevur verið at sæð í føroyskari politiskari søgu, tá vit einmælt samtyktu visiónina um okkara høvuðsstað sum ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Allir býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu vóru tvørtur um floksmørk samdir um at seta okkum hesa felags stevnu.

Hetta, at tryggja fólkavøkstur fyri at vit kunnu hava framhaldandi menning í samfelagnum, er størsta avbjóðingin nú og í framtíðini, tí hóast vit búskaparliga hava havt rættiliga góð ár, hava vit ongan veruligan vøkstur havt í fólkatalinum í Føroyum tey seinnu mongu árini.

Ungdómurin flytur alsamt meira hagar, hann hevur bestu møguleikarnar fyri eini góðari yrkisleið, góðum trivnaði og góðum frítíðartilboðum. Tí kann henda, at ungdómurin velur at flyta uttanlands og gerst minni áhugaður at flyta heimaftur. Vit síggja nú, at bara fjórði hvør útiseti í Danmark sigur seg ynskja at flyta heim. Samstundis lækkar lutfalsliga høga burðartali í landinum av nátúrligum orsøkum.

Tá versna møguleikarnir fyri vinnuligari menning, og tí eisini møguleikarnir fyri at fáa fleiri skattakrónur, sum eru grundarlagið undir vælferðini í landinum.

Týdningarmesta tilfeingið her er okkara egna fólk. Tað besta vit tí kunnu gera, er at gera okkara samfelag so attraktivt sum til ber fyri tey, sum búgva her, og fyri tey sum kunnu hugsast at búseta seg her. Her er tað, at høvuðsstaðurin skal tryggja, at Føroyar kunnu kappast við metropolarnar í grannalondunum um hesar fortreytir, ikki bert um okkara egna fólkatilfeingi, men eisini um útlendingar, ið leita eftir møguleikum.

Vit hava longu nógv: Musikkskúlaskipanin er fantastiska vælvirkandi, og á so høgum støði, at okkara umgdómar vinna kapping aftaná kapping í útlondum. Ítrottartilboðini eru fjølbroytt, atkomulig og bílig, mentanartilboðini blóma, og vit byggja framkomnastu skúlar og ítrottarhallir í Norðurlondum. Hóast Havnin er vaksin við rúkandi ferð, er samfelagið framvegis trygt og tætt, bussarnir eru ókeypis, og vit hava ongar bíðilistar til dagstovnatilboð, sum eisini í góðsku og prísi eru væl kappingarfør við dagstovnatilboð í øðrum londum.

Kommunan vil tí saman við øllum møguligum øðrum góðum kreftum frá vinnulívi, arbeiðsmarknaði og vitanarstovnum arbeiða við meira ítøkiligum handlingsætlanum, sum taka støði í visjónini. Her verður brúk fyri øllum góðum kreftum – ikki minst virkisfýsnum útisetum við dirvi og árræði.

Vit hava nógv gott sum er, men vit bjóða ikki útisetum heim til skorin klæði og búgvið borð. Vit vilja hinvegin skapa bestu fortreytir fyri, at útisetar kunnu flyta heim at skapa nakað saman við okkum. Okkum vantar eitt støðugt samskifti um framtíðar menning, og harvið eisini um, hvussu kommunan á bestan hátt kann menna teir karmar, okkara skapandi ungdómur skal virka innanfyri.

Her er Jobmatch eitt gott amboð.


Upprunagrein.