Heðin Mortensen: Hørð kapping um klók høvd

Føroyar og høvuðsstaðurin hava brúk fyri fólki við góðum útbúgvingum í arbeiðnum at flyta landið fram til at gerast eitt vitanarsamfelag. Tað er høvuðsboðskapurin í røðuni, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, helt, tá Jobmatch 2010 lat upp fyrrapartin.

Starvsstevnan Jobmatch 2010 varð sett í Føroyahúsinum í Keypmannahavn fyrrapartin kl. 10. Umboð fyri umleið 20 føroyskar fyritøkur vóru til staðar undir setanini, eins og fleiri lesandi føroyingar valdu at vitja starvsstevnuna frá byrjan av. Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul hjá Jobmatch 2010, og tí var tað borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen, ið setti stevnuna.

Í setanarrøðu sínari vísti Heðin Mortensen á, at tað er ein stór avbjóðing at tryggja, at føroyingar við góðari útbúgving koma heim til Føroya at liva og arbeiða.

- Kapping er um vitanina, og í løtuni tapa Føroyar kappingina, tí bert 4 av 10 lesandi føroyingum koma heim aftur til Føroya eftir loknan lestur, segði borgarstjórin.

Hann legði afturat, at í kommununi eru tey pínliga klár yvir, at høvuðsstaðurin er í harðari kapping við høvuðsstaðir og stórbýir suðuri á europeiska meginlandinum.

- Tí brúka vit nógvar pengar og leggja stóra orku í at gera Tórshavn til tann góða og savnandi høvuðsstaðin við støðugt sterkari atdráttarmegi. Siktið er, at fólk við útbúgving, ambitiónum og framtíðardreymum skulu velja Tórshavn fram um aðrar býir, segði Heðin Mortensen.

Borgarstjórin hevur í kvøld eina framløgu, ið sigur nakað um, hví ungfólk við útbúgving eiga at umhugsa at seta seg niður í Tórshavn. Anna Faroe og Finnur Jensen syngja og spæla í Føroyahúsinum í kvøld.


Upprunagrein © Leo Poulsen - Sosialurin