Starvslesandi til sendistovurnar

Uttanríksiráðið tørvar starvslesandi til sendistovur okkara í Reykjavík, Keypmannahavn, Brússel og London. Umsóknarfreistin longd til 20. oktober


Nú stundar til at sendistovurnar aftur taka inn starvslesandi til fyrru hálvu 2011. Hesaferð taka allar sendistovurnar í móti starvslesandi, og freistin at søkja er 20. oktober. At vera starvslesandi á okkara sendistovum gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.


Við tíðini hava fleiri starvslesandi verið á sendistovum okkara. Soleiðis lýsa trý teirra tíðina sum starvslesandi:

Brússel: “Eg søkti um at gerast starvslesandi á sendistovu Føroya í Evropasamveldinum á heystið 2009, tí at eg droymdi um at hyggja upp úr bókunum eina løtu og royna mína vitan í praksis. Eg hevði tó ikki væntað, at fara hagani so nógv ríkari í minnum og royndum, sum eg var eftir fimm mánaðum í Brússel…Brússel er sanniliga hjarta í bukar blóðið út í allar evropeiskar æðrar – og tad merkist...Hevur tú eisini hug at víðka tín sjónarring og hevur tú hug at fáa innlit í føroysk og evropeisk viðurskifti? So bíða tær seks ógloymandi mánar í Brússel.” Elisabeth F. Rasmussen, fyrrverandi starvslesandi í sendistovu Føroya í Evropasamveldinum

Reykjavík: ”Eg fari altíð at minnast við gleði aftur á tíðina, eg var í starvsvenjing í uttanríkistænastuni í Reykjavík. Í hjartanum á býnum virkar sendistovan sum eitt bindilið millum grannalondini Føroyar og Ísland… Gjøgnum arbeiðið á sendistovuni havi eg fingið gott innlit í íslendsk viðurskifti, alt frá fólki og mentan til politikk og stjórnarskipan...Starvsvenjingin hevur ment meg á ein øðrvísi hátt enn bert lesturin hevði gjørt. Eg eri til reiðar at møta teimum avbjóðingum, ið arbeiðsmarknaðurin hevur at bjóða”. Sóley Heradóttir Hammer, fyrrverandi starvslesandi á Sendistovu Føroya í Reykjavík

London: “Um ein er áhugaður í mentan, politikki ella vinnu, so eru sendistovurnar hjá Uttanríkistænastuni kanska tann besta starvsvenjingin ein kann hava... Eg eri, sum starvsnæmingur sloppin at arbeiða sjálvstøðugt við einari verkætlan innan mítt fak (leiklist og film), umframt at gera alt møguligt fjølbroytt og spennandi arbeiði... Eg havi bert gott at bera hesari starvsvenjingini, og eg veit longu nú at siga, at eg fari at hyggja aftur á hesar 6 mánaðarnar sum nakrar av teimum mest spennandi, avbjóðandi, gevandi og stuttligastu í mínum lívið.” Jákup Dahl, fyrrverandi starvslesandi á sendistovu Føroya í London


Les meira um starvslesandi í uttanríkistænastuni her.