Tey ungu mótmæltu skerjing(portal.fo 8. oktober 2010)

Ein stór rúgva av lesandi møttu í dag á tinghúsvøllinum, har tey mótmæltu, at ætlanin er at skerja lestrarstuðulin komandi ár.


Sí myndafrásøgn á portal.fo her.


Tað gekk lívliga fyri seg, tá ið ung lesandi í dag mótmæltu uttan fyri løgtingið í Havn.

Orsøkin var, at ætlanin er at skerja lestrarstuðul næsta ár. Hetta fekk tey ungu uppá barrikadurnar, og tey møttu væl mannað og væl útgjørd á tinghúsvøllinum á middegi í dag.

Tey ungu gjørdu vart við seg við skeltum og rópum, tónleikur var at hoyra, og løgtingsmaðurin Sjúrður Skaale segði nøkur orð til tey ungu.

Løgtingið hevur í løtuni fyrstu viðgerð av fíggjarlógini fyri komandi ár, og tað er í hesi lóg, at mælt verður til at skerja lestrarstuðulin.


Nýtt uttan serstakt loyvi frá: Portal.fo (upprunagrein) © Eyðun Klakstein - Sosialurin. Mynd: Jens Kr. Vang