Starvslýsing

 

Frá Mentamálaráðnum

Mentamálaráðið søkir eftir einum lesandi í Keypmannahavn, ið hevur lokið útbúgving í enskum máli í minsta lagi á bachelorstigi.

Viðkomandi skal í uml. 35 tímar arbeiða saman við SFI (Socialforskningsinstituttet) og gjøgnumganga elektronisk spurnarbløð til PISA 2015 fyri at eftirkanna, um samsvar er í uppseting millum tey føroysku "spurnabløðini" og tey donsku. Samsvar skal sambært kravi frá OECD vera millum spurnabløðini. Stórt samsvar er, men í ávísum føri skulu minni tillagingar gerast.

Lønin fer at liggja um 135 kr. um tíman umframt frítíðarpengar.

Fólk, sum hava áhuga kunnu venda sær til:

Claus Reistrup

Fulltrúi / Senior Principal

Mentamálaráðið / Faroese Ministry of Education, Research and Culture

Hoyvíksvegur 72, FO – 100 Tórshavn, Faroe Islands

Tel: +298 555037   Teldupostur: claus@mmr.fo

Heimasíða: www.mmr.fo