Aberdeen: Sports Fayre í dagSocieties Fayre í morgin


Í dag, tann 21. september frá klokkan 11.00 - 15.00, er Sports Fayre í stóra tjaldinum niðri á King's Playing Fields, her er møguleiki at forvitnast og kanska melda seg til eitt av teimum nógvu Sports Societies, ið eru á University of Aberdeen. Sports Union á Facebook.


Í morgin, tann 22. september frá klokkan 11.00 - 15.000, er Societies Fayre, eisini í stóra tjaldinum niðri á King's Playing Fields. Her fer okkara heilt egna Iris Thomsen at hava ein bás fyri Faroese Society. Minnist til at vitja hana og minnist eisini til at melda tykkum til!