Samrøða við Biritu í Dali um tiltakið EXIT Føroyar

16. nov skipaði MFS saman við Sendistovu Føroya í Keypmannahavn og ritstjórunum handan Exit Føroyar bókina, fyri einum kjaktiltaki á Norðurbryggju. Tiltakið var væleydnað, og eini 200 føroyingar vóru komnir saman hetta kvøldið. Hoyr her samrøðuna, ið Kringvarp Føroya hevði við Biritu í Dali, forkvinnu fyri MFS, um tiltakið.