Ráðgevingin styrkir føroyingar í útisetu

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark hjálpir lesandi til rættis í nýggjalestrarumhvørvinum. Hetta er ein alneyðug íløga í útbúgving og er bæði lesandi og føroyska samfelagið at gagni.

Ráðgevingin er ein sambindingarliður millum føroyska útisetaumhvørvið og føroyska samfelagið, og hon knýtir føroysk lesandi í Danmark tættari at føroyska samfelagnum – ikki at tí danska samfelagnum. Tað er tí ikki rætt, tá landsstýriskvinnan í almannamálum tann 8. oktobur í Degi og Viku førir fram, at Ráðgevingin er við til at gera føroyingar til danir í Danmark – heldur tvørtur ímóti.

Meginfelag Føroyskra Studenta ger vart við, at útbúgvingartilboðini í Føroyum framvegis eru avmarkað, samstundis sum føroyska samfelagið tørvar førleikarnar, ið føroyingar nema sær uttanlands. Uml. 80 prosent av føroyingum, ið fara uttanlands undir framhaldandi lestur, fara til Danmarkar - og viðurskiftini hjá føroyskum lesandi í Danmark hava tí alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Ráðgevingin svaraði í fjør upp ímóti túsund fyrispurningum frá føroyskum lesandi: Hesi tølini tala fyri seg. Tað, sum ger Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark so serstaka og dýrabæra, er, at hon hevur serkøna vitan innan bæði føroyska og danska lóggávu. Ráðgevingin fevnir m.a. um flyting úr og til Føroya, føroysk og donsk skattaviðurskifti, sosial viðurskifti og lestrarvegleiðing.

Fellur ráðgevingin burtur, er avleiðingin eingin ella einans donsk ráðgeving. Tá kunnu vit práta um í størri mun at assimilera føroysk lesandi í danska samfelagið.

At spara sambindarliðin millum Føroyar og útisetaumhvørvið er ein beinleiðis stuðul til fólkafráflytinga. Ein sparing av sambindarliðnum er at siga, at útisetar ikki eru ynsktir aftur heim. Meginfelag Føroyskra Studenta mótmælir hesum. Hetta ger Føroyar fátækari í eini tíð, har okkum tørva allar kreftir á dekkinum.

Meginfelag Føroyskra Studenta mælir tí landsstýriskvinnuni í almannamálum og landsstýrinum sum heild inniliga til at endurskoða sína ætlan, soleidiðs at lesandi í Danmark framvegis kunnu hava ein góðan sambindingarlið til heimlandið, ið eisini ráðgevur teimum um, hvussu tey flyta heimaftur.