Avtala millum mentamálaráðið og danska vísindamálaráðið

Nýggj avtala gevur føroyska málinum somu rættindi, sum grannamálini hava í sambandi við víðari lestur í Danmark.

Mentamálaráðið og danska Vísindamálaráðið hava gjørt avtalu um upptøkukrøvini hjá føroyingum, sum fara undir hægri lestur í Danmark.

Miðnámsútbúgving og danskt mál á A-stigi hava verið treyt fyri at fara undir hægri lestur á so at siga øllum útbúgvingarstovnum í Danmark. Við nýggju avtaluni lúka lesandi við føroyskari miðnámsútbúgving upptøkutreytirnar, um tey hava føroyskt mál á A stigi. Kravið um danskt mál á A-stigi fellur sostatt burtur.

Nú gevur føroyskt mál á A-stigi okkara lesandi somu lestrarrættindi í Danmark, sum móðurmál svia, norðmanna og íslendinga hava givið teirra lesandi. Avtalan hevur eisini við sær, at tey, sum hava føroyskt og danskt mál á A-stigi, lúka kravið um bæði at hava móðurmál og fremmandamál, sum er fyritreyt fyri upptøku á ávísum útbúgvingum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fegnast um, at avtalan javnsetur føroyskt mál við grannamálini. “Harumframt er avtalan ein fyritreyt fyri nýggju miðnámsskúlaskipanini, og fer hon eisini at geva miðnámsskúlanæmingum okkara størri rásarúm at seta saman teirra miðnámsútbúgving í framtíðini”, sigur Bjørn Kalsø.

Nýggja avtalan er gjørd við støði í teirri sannroynd, at vit læra danskt í fólkaskúlanum og við støði í nýtsluni av donskum máli í okkara útbúgvingarskipan annars.