Skrivari til Sendistova Føroya í Keypmannahavn

Sendistova Føroya í Keypmannahavn søkir eftir skrivara at byrja í starvi tann 1. novembur 2012.

Uppgávur Starvið fevnir í høvuðsheitum um uppgávur, ið viðvíkja móttøku, telefonavgreiðslu og skrivarauppgávur, m.a. at svara fyrispurningum, skipan og ábyrgd av fundarvirksemi og skjalaskráseting. Harumframt uppgávur viðvíkjandi dagliga rakstrinum á sendistovuni.

Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving, og hava góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt – bæði í skrift og í talu. Eisini verða viðkomandi starvsroyndir raðfestar høgt. Umsøkjarin eigur at hava góð samstarvsevni, kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera hjálpsamur, miðvísur og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Stórur dentur verður lagdur á at geva góða tænastu til tey mongu, sum venda sær til sendistovuna.

Vit bjóða Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum. Sum skrivari á sendistovuni kemur tú at hava nógv samskifti bæði inn- og úteftir. Tú kemur at verða ein partur av einum altjóða umhvørvi í Keypmannahavn og samstundis hava nógv samband við føroysku miðfyrisitingina. Sendistova Føroya hevur skrivstovu á Norðurbryggjuni, har sendistovurnar hjá Íslandi og Grønlandi eisini halda til.

Setanartreytir Talan er um eitt fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála millum Finansministeriet og HK. Starvsfólk skulu sjálvi finna bústað, men vit hjálpa fegin við vegleiðing og øðrum. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigmund Ísfeld, sendimann, telefon +45 3283 3770.

Umsókn Umsókn við prógvum og lívsrensli (CV) skal sendast við telduposti til Løgmansskrivstovuna: info@tinganes.fo við avriti til sigmunduri@tinganes.fo Umsóknir skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin hin 10. oktober 2012 kl. 12.00.