Vit eru LIVE fráMarkleys Útbúgving 2010!

Regin Berg, Arthur Otthamar, Iris Thomsen, Martin Mohr Olsen og Jógvan Svabo Samuelsen.


Klokkan er nú 10:32 tann 10. september 2010, og MFS er uppi á Hotel Føroyum allan dagin til Markleysa Útbúgving 2010. Tiltaki byrjaði umleið klokkan 09:00 í morgum og er heilt til klokkan 22:00 í kvøld. Tiltaki er ókeypis og sera áhugavert. Tað er bara um at koma niðan at njósnast!


Frá umleið 10:00 til 18:30 ella so, er tiltaki fyri miðnámsskúlanæmingar, ið koma niðan her at nema sær vitan um víðari lestur. Klokkan 19:00 koyra bussar oman í Deep til AfterParty! Les meira um hettar her.

Frá umleið 19:00 til 22:00 er tiltaki ætla teimum, ið ikki longur eru á miðnámsútbúgvingunum - tey ið til dømis eru farin út at arbeiða, men kundu tonkt sær at lesa víðari. Sí kvøldarskrá her!


Myndir og sjónbandaupptøkur koma út her á síðuni um nakrar dagar.