Telduspøl í Føroyum?

SKRÁ: Kl 19.00 MFS bjóðar vælkomin Petur Zachariassen setur tiltakið

Kl 19.15 Fyrilestur við Mark Craig Menning av telduspølum og umhvørvið í Liverpool

Kl 20.15 steðgur

Kl 20.30 Julius Biskopstø Menning av telduspølum í Føroyum

Kl 20.50 Rani Nolsø Íverksetan í Føroyum

Hóskvøldið 16. august kl. 19 skipar MFS fyri spennandi fyrilestrum um at gera telduspøl og at liva av tí

Petur Zachariassen, ið er lektari í Hagfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, kemur at seta tiltakið og leiða kvøldið.

Fyrst á skránni er Mark Craig. Hann hevur áður í nógv ár starvast hjá kendu fyritøkuni Bizarre Creations, sum lat aftur í fjør. Henda fyritøka hevur gjørt fleiri altjóða kend telduspøl. Nøkur av teimum, sum vóru í starvi í Bizarre Creations, høvdu hug at halda fram og fóru saman undir at stovna eina nýggja teldufyritøku, Lucid Games. Lucid Games telist enn ikki millum tey stóru, men fyritøkan hevur fingið áhugaverdar ordrar og er í ferð við at menna nýggj telduspøl. Mark, sum hevur drúgvar royndir sum forritari, er leiðari fyri forritadeildini í nýggju fyritøkuni. Hann hevur nýliga saman við øðrum starvsfeløgum mest sum til stuttleika gjørt eina Ipad-útgávu av gamla klassikaranum Fur Fighters, sum kann takast niður á App Store. Í framløguni fer Mark at tosa um tøkniligar avbjóðingar, tá ið stór telduspøl skulu mennast, og týdningin tað hevur, at arbeiðið at forrita er væl skipað, skal úrslitið verða gott.

Næstur á skránni er Julius Biskupstø. Hann var lesandi í Middlesbrough, har hann las BSC Computer Games Programming. Hann er tann sum stendur fyri menning av spølunum hjá føroysku fyritøkuni Simprentis og fer at greiða frá sínum arbeiði við at menna telduspøl í Føroyum.

Seinastur á skránni er íverksetarin Rani Nolsøe, ið fer at greiða frá, hvussu ein skal bera seg at sum íverksetari í Føroyum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilestrarnar, ið eru ókeypis.