MFS fegnast

Politiska skipanin er samd um, at útbúgving skal raðfestast. Tó at vit í MFS vildu ynskt, at tað arbeitt varð við nøkrum málum afturat, eru vit glað um tey lestrarviðurskifti, sum verða raðfest.

Fíggjarlógin
Tað er ógvuliga gott, at Fróðskaparsetrið fær 4,5 milliónir meira í ár enn seinasta ár. Hetta birtir vón og gevur møguleika at menna Fróðskaparsetrið nakað. Fróðskaparsetrið verður í alt størri mun ein stovnur, sum skapar ein stóran part av Føroya framtíð. Fólk útbúgva seg innan føroysk viðurskifti og verða verandi í landinum. Fróðskaparsetrið kann harumframt fáa avgerandi týdning, tá tað snýr seg um nýskapan og nýggjar vinnur - bæði við tí vitan vit fáa har, og tað at ung fólk samlast og taka stig til tiltøk. Tí er tað gleðiligt, at Fróðskaparsetrið verður raðfest hægri. Tað hevði verið uppaftur betri, um løgtingið undir viðgerðini eisini finnur nakað av peningi til at fyrireika at savna Fróðskaparsetrið á einum staði. 

Somuleiðis er tað ein góð byrjan, at Granskingarráðið hevur fingið eina hálva millión afturat, eins og tað er serstakliga gott, at ÚSUN ikki verður umlagt til lán. Bara hesa tíðina, har tað hevur verið óvist, hvørt ÚSUN lutvíst bleiv lagt um til lán, hava vit í MFS (eins og onnur) heilt klárt merkt, at fólk ikki eru eins glað fyri at fara útum Danmark at lesa. Tí vóna vit, at gongdin nú fer at venda aftur. Tað er so fantastiska nógv vert fyri Føroyar og tey lesandi sjálvi, um vit fáa meira fjølbroyttar royndir til landið. Tí ein stór tøkk frá okkum í MFS, til mentamálaráðharran, at hendan ætlanin bleiv slept. 

Hækkandi ÚS 
Ein trupulleiki føroysk lesandi hava, er at tað er dýrt at búgva í Føroyum. Her er hópin av fyrimunum, og útbúgvingarnar kunnu skræddaraseymast til júst Føroyar. Tað, at tað er dýrt, kann tó gera at fólk setast aftur. Tí hevur tað verið ein sera keðilig gongd, at ÚS ikki er prístalsregulerað seinastu árini. Vit lesandi hava mist fleiri túsund krónur um árið av tí. At prístalsreguleringin kemur inn aftur nú, er tí ein góð og neyðug broyting, sum tryggjar, at ÚS ikki framhaldandi verður minni vert. 

Uppskotið um at hækka ÚS við 10% hevði gjørt sera nógv í so máta, tá tað snýr seg um tað, tey lesandi hava mist av vantandi prístalsreguleringini. Tekur samgongan undir við hesum uppskotinum, ella kemur við einum líknandi uppskoti sjálv, ger tað tað munandi meira liviligt hjá lesandi í Føroyum – serstakliga um ein hugsar um ungar barnafamiljur, har annað bæði ella bæði foreldrini eru lesandi. Tá er tað sjáldan gjørligt hjá nøkrum av partinum at arbeiða nakað serligt, og royndir vísa, at tað at arbeiða nógv meira enn 10 tímar um vikuna, ger at miðalnæmingurin klárar seg verri. Tískil fáa vit meira fyri peningin, vit játta Fróðskaparsetrinum, um játtanin til ÚS hækkar. 

Gleðilig gongd 
Yvirhøvur tykist tað sum, at politiska skipanin er um at blíva samd um, at útbúgving skal raðfestast. Hetta sæst somuleiðis við, at vinnumálaráðharrin arbeiðir fyri, at lesandi skulu hava møguleikan at vera við í ALS eitt styttri tíðarbil eftir lestur, meðan tey søkja arbeiði. Um sama mundi gleða vit okkum til at síggja, júst hvussu lesandi fáa pening úr barsilsskipanini, sambært tí uppskotinum vinnumálaráðharrin fer at leggja fram sambært tinglistanum. 

Tað eru altíð viðurskifti sum kunnu betrast, og júst í hesum førinum er tað kanska serliga tað, at Føroyar mugu arbeiða fram ímóti, at Fróðskaparsetrið fær betri og samlað hølisviðurskifti – eins og tað sjálvandi hevði verið gleðiligt, um játtanirnar longu vóru hægri. 

Ger samgongan harumframt eina breiða langtíðarsemju um at fremja tilmælini í álitinum um fólkavøkstur, kunnu vit í MFS, og øll onnur sum fáast við útbúgving og ungdóm, av álvara gleðast. 

Men sum er fegnast vit um, at gongdin hóast alt er byrjað at fara tann rætta vegin, tá tað snýr seg um hægri útbúgving.

 

Við lestrarkvøðum

Meginfelag Føryskra Studenta