Norðuratlantshavið og ES

Hvussu myndast framtíðar politiska kortið fyri Norðuratlantshavið, nú norðanlond í størri mun styrkja samanrenningina og samstarvið við ES-samveldið? Finnast aðrar gongdar leiðir?

Góðu lesandi Í samstarvi við feløgini fyri teimum lesandi, MFS og Avalak, skipar Norðuratlantsbólkurin aftur í ár fyri lestrarráðstevnu fyri lesandi úr Grønlandi og Føroyum.

Ráðstevnan verður hósdagin 29. apríl 2010 í Felagssalinum á Christiansborg frá kl. 13:00 til kl. 17:30. Dyrnar lata upp kl. 12:00.

Á studentadegnum kunnu luttakararnir, umframt limirnir í Norðuratlantsbólkinum Høgni Hoydal og Sofia Rossen, hitta m.a. Forsætisráðharra Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra, og Anne Grethe Holmgaard úr SF. Harafturat verða Føroya Løgmaður Kaj Leo Johannesen, grønlendski Landstingsformaðurin Josef Motzfeldt og Lida Lennert, frá grønlendsku sendistovuni í Brússel, at hitta. Úr Noregi luttekur Kirsti Bergstø, Stórtingsvalevni hjá Sosialistiska Vinstraflokkinum og nevndarlimur í felagsskapinum ”Nej til EU”.

Við støði í yvirskipaða evninum á ráðstevnuni ”Norðuratlantshavið og ES” fara røðararnir at geva teirra boð uppá hvussu tey meta framtíðar politiska landakortið fyri Norðuratlantshavið mennist, nú Norðanlond í størri mun styrkja samanrenningina og samstarvið við ES-samveldið, og harafturat um tey meta aðrar møguleikar vera til staðar.

Aftan á ráðstevnuna skipa feløgini fyri teimum lesandi, MFS og Avalak, fyri veitslu í sambandi við dagin. Veitslan verður í Grønlendska Húsinum og byrjar kl. 19.30. Prísur fyri døgurða og veitsluna er 125 kr.

Eisini skipa MFS og Avalak fyri busskoyring til Keypmannahavn úr Ålborg, Århus og Odense. Bussurin koyrir úr Ålborg hósmorgun og koyrir aftur úr Keypmannahavn til Odense, Århus og Ålborg fríggjadagin 30. april kl.13:00. Meira kunning um busskoyringina er at finna áwww.dnag.dk.

Til ber at tekna seg til bæði veitslu og busskoyring, samstundis sum ein teknar seg til ráðstevnuna. Pláss er bert fyri 150 luttakarum og tí verða plássini latin teimum, ið tekna seg fyrst.

Til ber at tekna seg á: http://www.dnag.dk/Default.aspx?pageid=13886 - og skal hetta gerast áðrenn midnátt týsdagin 27.apríl.

Avmarkað er av plássum og verða tey tillutað eftir tí raðfylgju fólk tekna seg. Fyri nærri kunning, ber til at seta seg í samband við:

Gerth Olsen: gerth.olsen@ft.dk Barbara Jacobsen: barbara.jacobsen@ft.dk

Avalak: avalakkbh@groupcare.dk MFS: mfs@mfs.fo


Evnið: Norðuratlantshavið og ES

Hvussu myndast framtíðar politiska kortið fyri Norðuratlantshavið, nú Norðurlond í størri mun styrkja samanrenningina og samstarvið við ES-samveldið?

Finnast aðrar gongdar leiðir? Lestrarráðstevnan hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg, fer í ár at seta kikaran á tað politiska landa- og sjóøkið í Norðuratlantshavi, við serligum atliti til Evropasamveldið og tað norðurlendska samstarvið. Spurningurin er, um Norðurlond hava aðrar møguleikar enn ES-limaskap.

Við veðurlagsbroytingunum koma eisini heimspolitiskar broytingar. Kappingin um tilfeingið, tann økta skipaferðslan og nýggjar trygdarpolitiskar dagsskráir hjá Russlandi, USA og norðurlondum, fara í stóran mun at ávirka Norðuratlantshavið og Arktis.

Samanrenningin millum ES og Norðurlondini heldur fram. Íslendska umsóknin um ES-limaskap er tikin til viðgerðar og realitetssamráðingar fara í hesum døgum fram á hægsta stigi.

Lestrarráðstevnan fer at savna grønlendskar, føroyskar, danskar, norskar og íslendskar politikarar og serfrøðingar til at viðgera hetta evnið. Við framløgum og orðaskifti fara luttakararnir at geva teirra boð uppá, hvussu tað politiska landakortið fer at síggja út, og ikki minst hvør leið er ynskilig.

Ráðstevnan miðar ímóti at kjakast um og at finna svar uppá hesar spurningar:

Merkir tann støðugt sterkari samanrenningin við ES, at Danmark er í ferð við at loysa frá Føroyum og Grønlandi, meðan vit standa uttanfyri?

Fer Norðuratlantshavið og Arktis at fáa ein nýggjan heimspolitiskan týdning? Og hvønn politikk hevur ES á tí norðuratlantiska økinum?

Er tað sannlíkt, at Ísland fer inn í ES, og hvussu fer tað at ávirka tilfeingisumsitingina og trygdarpolitikkin í Norðuratlantshavi?

Hvørja ávirkan hava samráðingarnar um íslendskan limaskap á felags fiskivinnupolitikkin hjá ES, og hvønn leiklut spæla hini norðurlendsku ES-limalondini í hesi tilgongd?

Hvussu ávirkar tann íslendska umsóknin um ES-limaskap tær politisku ætlanirnar og framferðarháttin hjá hinum londunum í Norðuratlantshavi (Noregi, Grønland, Føroyar)?

Fer Noregi aftur at søkja um limaskap um Ísland verður limur og fær eina broytta avtalu á fiskivinnuøkinum? – og er tað eitt tilvitað mál hjá ES, at fáa Ísland og Noregi við í limaskaran? Kunnu vit ímynda okkum eitt sundurbýtt norðuratlantiskt landa- og sjóøki, har ES sum ein kíli sker seg niðan um Ísland, meðan Noregi, Grønland og Føroyar standa uttanfyri?

Er eitt sterkari norðurlendskt samstarv millum Noregi, Ísland, Grønland og Føroyar, eitt alternativ til ES-limaskap, har til dømis øll fýra lond eru limir í EFTA og EBS, og har vit samstarva á øðrum týdningarmiklum økjum?

Hvørjar møguleikar hava Føroyar og Grønland fólkarættarliga, tá tað ræður um eitt nýtt samband við ES, EFTA, EBS ella aðrar hugsandi skipanir?Hvat halda føroysk og grønlendsk lesandi í Danmark um menningina og møguleikarnar í samband við ES?