Áminning til lesandi uttanlands um aktivering av p-tølum

Avgreiðslurnar hjá TAKS steingja í tvær vikur í summar, frá 23. juli til3. august. Tí er týdningarmikið, at lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summar, skjótast gjørligt boða TAKS frá, um p-talið skal aktiverast. Hetta skal gerast, tá ein veit á leið, nær ein verður heima. Um p-talið ikki verður aktiverað, kann ein ikki fáa løn útgoldna.

Fyri at aktivera p-talið kann ein antin ringja til TAKS á 352600 ella senda ein teldupost til taks@taks.fo. Um tann lesandi ikki hevur søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skal hendan umsóknin sendast TAKS, saman við avriti av lestrarkortinum.

Um ein ikki hevur fingið p-talið aktiverað áðrenn summarfrítíðina, svara telefonirnar hjá TAKS tó millum kl. 11.00 og 13.00 í tíðarskeiðinum, tá avgreiðslurnar eru stongdar. Eisini ber til at senda ein teldupost til taks@taks.fo.

Vinarliga heilsan

TAKS