Á veg móti einum sjálvberandi búskapi. (KBH)

Komandi fríggjadag - 16. apríl - skipar MFS fyri framløgu av kanningini "Á veg móti einum sjálvberandi búskapi". Harumframt verður eisini útgávukonsert við Høgna Reistrup. Høgni Hoydal bjóðar vælkomin, og síðani leggur Jóannes Jacobsen, Ph. d., kanningina fram. Eftir hetta er møguligt at seta spurningar til teir báðar. Og vit enda við útgávukonsert við Høgna Reistrup, sum gav fløgu út fyri kortum.

SKRÁIN: 19.30 Føroyahúsið letur upp. 20.00 Høgni Hoydal bjóðar vælkomin. Kanningin "Á veg móti einum sjálvberandi búskapi" verður løgd fram av Jóannes Jacobsen, Ph. d.

Eftir framløguna verður møguleiki fyri at seta spurningar til Høgna og Jóannes.

22.00 Útgávukonsert við Høgna Reistrup.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin. :)

Sí eisini: www.dnag.dk www.myspace.com/hognireistrup