Ókeypis snarskeið í at skriva CV og starvsumsóknir

30. apríl 2012 skipar MFS fyri snarskeiði í at skriva CV og starvsumsóknir í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Undirvísari er Bergtóra Høgnadóttir, ið arbeiðir sum kveikjari hjá Arbeiðsloysisskipanini. Nú summarið er í hondum, og tú fert at søkja summarstarv, fært tú ein gyltan møguleika at betra um førleikan at skriva CV og starvsumsóknir, so arbeiðsgevarin kanska velur júst teg til starvið.

Um tú vilt hava dreyma summarstarvið, burdi tú sett tær tíð av til at vera hjá Østrøm mánadagin 30. apríl millum kl. 16 og 17.

Skeiðið er ætlað lesandi á Setrinum, men onnur eru eisini vælkomin at luttaka.