Starvslesandi til sendistovurnar

Uttanríksiráðnum tørvar starvslesandi til sendistovur okkara í Brússel og Reykjavík. Nú stundar til, at sendistovurnar taka inn starvslesandi til seinnu hálvu í 2012.

Í hesum umfari taka sendistovurnar í Brússel og Reykjavík ímóti starvslesandi, og freistin at søkja er týsdagin 1. mai 2012.

At vera starvslesandi á okkara sendistovum gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Seinastu árini hava fleiri starvslesandi verið á sendistovum okkara.

Soleiðis lýsa trý teirra tíðina sum starvslesandi:

“Eg søkti um at gerast starvslesandi á sendistovu Føroya í Evropasamveldinum á heysti 2009, tí at eg droymdi um at hyggja upp úr bókunum eina løtu og royna mína vitan í praksis. Eg hevði tó ikki væntað at fara hagani so nógv ríkari í minnum og royndum, sum eg var eftir fimm mánaðum í Brússel… Brússel er sanniliga hjartað, ið bukar blóðið út í allar evropeiskar æðrar – og tad merkist... Hevur tú eisini hug at víðka tín sjónarring, og hevur tú hug at fáa innlit í føroysk og evropeisk viðurskifti? So bíða tær seks ógloymandi mánaðir í Brússel.” - Elisabeth F. Rasmussen, fyrrverandi starvslesandi í sendistovu Føroya í Evropasamveldinum

”Eg fari altíð at minnast við gleði aftur á tíðina, eg var í starvsvenjing í uttanríkistænastuni í Reykjavík. Í hjartanum á býnum virkar sendistovan sum eitt bindilið millum grannalondini Føroyar og Ísland… Gjøgnum arbeiðið á sendistovuni havi eg fingið gott innlit í íslendsk viðurskifti – alt frá fólki og mentan til politikk og stjórnarskipan... Starvsvenjingin hevur ment meg á ein øðrvísi hátt, enn bert lesturin hevði gjørt. Eg eri til reiðar at møta teimum avbjóðingum, ið arbeiðsmarknaðurin hevur at bjóða”. -Sóley Heradóttir Hammer, fyrrverandi starvslesandi á Sendistovu Føroya í Reykjavík

“Um ein er áhugaður í mentan, politikki ella vinnu, so eru sendistovurnar hjá Uttanríkistænastuni kanska tann besta starvsvenjingin, ein kann hava... Eg eri sum starvsnæmingur sloppin at arbeiða sjálvstøðugt við einari verkætlan innan mítt fak (leiklist og film) umframt at gera alt møguligt fjølbroytt og spennandi arbeiði... Eg havi bert gott at bera hesari starvsvenjingini, og eg veit longu nú at siga, at eg fari at hyggja aftur á hesar 6 mánaðarnar sum nakrar av teimum mest spennandi, avbjóðandi, gevandi og stuttligastu í mínum lívið.” -Jákup Dahl, fyrrverandi starvslesandi á sendistovu Føroya í London

Les meira um at gerast starvslesandi í uttanríkistænastuni á: http://www.mfa.fo/Default.aspx?ID=6586