Spírandi samfelagsgransking

24. apríl er eitt av teimum tiltøkunum á skránni, sum skapar vón fyri føroysk lesandi. Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum verður 25 ár, og tað fer deildin at hátíðarhalda við einum degi pakkaðum við serstakliga áhugaverdum fyrilestrum í Norðurlandahúsinum. MFS fegnast MFS, kanska serliga tey av okkum, sum lesa samfelagsfak, fegnast um hetta tiltakið – um enn nógv av okkum eisini eru grøn av øvundsjúku inn á tey, sum eru í Føroyum og kunnu lurta eftir fyrilestrunum. 12 fyrilestrar eru á skránni 24. apríl. Flestu fyrilestrarhaldararnir eru úr Norðurlondum, og øll eru viðurkend fakfólk innan teirra øki.

Fyrilestrarnir hyggja fyrst og fremst at, hvørjar avbjóðingar og møguleikar, Vesturnorrønu londini í gamla dansk-norska ríkinum hava fyri framman. Fyrilestrarnir hyggja at mentanarligum, politiskum og vinnuligum vinklum, og varpa einamest ljós á hvussu framtíðin kann fara at verða, heldur enn hvat er hent fyrr.

Fyrilestrarnir Dagurin er deildur upp í tvey. Fyrri parturin av degnum varpar ljós á “Útnorðurlendskan samleika sum politisk-búskaparliga drívmegi”. Setur.fo sigur um hetta, at: “ Fyrilestrarnir fara at savna seg um teir serstøku møguleikarnar, sum bæði politiskt og vinnuliga liggja í at fokusera upp á tað serstaka politiska valdsbýtið, náttúruríkidømið og mentanarliga tilfeingið, sum eru í samfeløgunum í Útnorðri í dag.”

Seinni parturin av degnum, hyggur at “trygd og autonomi”. Um hetta sigur Fróðskaparsetrið, at tað eru møguleikar og avbjóðingar í meira alheimsgjørda heiminum, sum fyrilestrarnir snúgva seg um, og at: “ Tað verður m.a. fokuserað á ymiskar møguleikar, sum liggja í politisku sambondunum: samband, heimastýri og fullveldi. Somuleiðis verður tað eisini fokuserað á avbjóðingar og møguleikar í geopolitisku og tilfeingisligu fortreytunum og møguligum broytingum í framtíðini.”

Vón fyri framman Tað eru júst tiltøk sum hetta, ið vísa, at tað væl ber til at granska, kjaka og fáa íblástur í Føroyum. At vitan og útbúgving eiga at, og lættliga kunnu, vera ein nógv størri partur av dagligdegnum hjá føroyingum. Tó at politiska skipanin í løtuni ikki tykist at raðfesta útbúgving og gransking serliga høgt, gevur eitt nú hetta tiltakið greiðar ábendingar um, at hetta fer at broytast. At føroyingar taka gransking og vitan til sín, og at grundarlagið fyri granskingini blívur sterkari.

Vit vóna tí, at lesandi møta fjølment til hetta tiltakið hjá Søgu og Samfelagsdeildini. Kostnaðurin á 100 krónur er sera lítil, tá ein hugsar um støðið og innihaldið í tiltakinum, og at matur fylgir við. Helst er hetta eitt tað tiltakið, sum fer at hava havt hægst góðsku og áhuga í Føroyum, tá tað kemur til samfelagsfrøði.

Les meira um tiltakið og hvussu tú meldar teg til tað her og sí skránna her.