Ársins feitasta tónleika tiltak í Áarstovu!

Leygarkvøldið 16. mai fer Jens Marni Hansen at hava konsert íÁarstovu. Dyrnar lata upp kl. 21.00.

Áðrenn konsertin byrjar verður lutakast, um hvør limur hevur vunnið eina ferð við Smyril Line í summar – tó skal sigast, at um nýggir limir vilja verða við í lutakastinum, so skal atgongumerki keypast í forsølu í seinasta lagi fríggjadagin 15 mai.

Forsøla verður í Áarstovu komandi viku frá mánadegi til fríggjadag kl. 14.00 til 16.00 allar dagar.

Kostnaður í forsølu: Limir: 80 kr Ikki limir: 130 kr

Kostnaður við dyrnar: Limir: 100 kr Ikki limir: 150 kr

Í samstarv við MFS og Atlantic Airways.