FLAGGSDAGSHALD & MENTUNARBEAT

Komandi leygardag verður eitt fantastiskt flaggdags, bókamenta og tónleikatiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Á tiltakinum hevur tú høvi til at hoyra fjølbroyttan tónleik frá føroyskum og donskum tónleikarum, hoyra yngri og eldri føroyskar rithøvundar lesa upp og at hoyra fyrilestrar um forlagsvirksemi og um verk. Eisini verður høvi til at hoyra, hvat ma. Carl Jóhan Jensen og Kim Simonsen halda er orsøkin til, at so fáar samtíðarlýsingar eru í føroyskum bókmentum, sum er evnið á pallborðsfundinum. Rolf Guttesen er orðstýrari. Marin Hentze, ið er kokkur á Bastionen + Løven í Keypmannahavn, stendur fyri matinum.

Tiltakið er ókeypis, so har er ongin umbering ;) Møti stundisliga, møti fjølment!


Skrá: 15.00 - 17.00: Flaggsdagshald. Carl Jóhan Jensen heldur røðu. 17.30 - 18.00: Dyrnar lata upp fyri Mentunarbeat, Poul Niclasen spælir. 18.05 – 18.10: Vælkomst og kunning um kvøldið. 18.15–19.00: Upplestur við Agnar Artúvertin, Ludvík Breckmann, Daniellu Andreasen og Kim Simonsen. 19.05 – 19.15: Chirsten Plate heldur fyrilestur um bókina, ”Tær ynsktu sær hús”. 19. 20 - 20.00: Matur. Tónleikur vid Rasmus Bjørkvig.

Matskrá: Saltfiskur við aioli, urtapottar við radisum, rug og urtaemulsión, royktur laksur við agurkum og dild og rabarbusuppu, norðurlendskir ostar, chips úr rótfruktum.

20.10 -21.00: Pallborð og kjak við evninum: Hví eru so fáar nútíðarlýsingar í føroyskum bókmentum. Rolf Guttesen er orðstýrari. 21.10 – 21.30: The Reverends. 21.35 – 22.10: Upplestur vid Vónbjørt Vang og Sheilu Simonsen, Carl Jóhan Jensen og Rasmus á Rógvu. 22.20 – 22.40: Mai Øvlisen spælir. 22.45 – 22.55: Hugin Eide sigur frá um sítt forlagsvirksemið. 23.00 - ?: Billy the Kid DJ.