AT FLYTA HEIMAFTUR

Spennandi og upplýsandi tiltak í Danmark fyri útisetar í hugsa um at flyta heim. Nógvir spurningar stinga seg upp, tá avgerðin skal takast um at flyta heim til Føroya eftir longri uppihald uttanlands, eitt nú í lestrarørindum.

* Hvussu er støðan í Føroyum í dag? * Hvørjir eru møguleikarnir at seta búgv? * Fáast børnini á stovn?

Tí skipar MFS saman við Eik fyri einum kunnandi tiltaki við eini spennandi skrá í trimun donskum býum. Eva Brekkstein, leiðari á Ungdómsdeildini hjá Eik, fer at hava eina framløgu um m.a. bústaðarviðurskiftið, bústaðarlán, barnaansing og arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Sverri Justinussen, leiðari á Eik Markets, fer at hava eina framløgu um búskaparligu og fíggjarligu støðuna í landinum. Eftir framløgurnar verður okkurt gott til góman og livandi tónleikur, m.a. skerpikjøt og annar føroyskur viðskeri, øl, sodavatn og kaffi, og hugnaligur føroyskur tónleikur.

Her eru tíð og stað:

  • Áarstova í Århus. Týsdagin 21. apríl kl. 17.00. Maria Guttesen framførir.
  • Álastova í Ålborg. Mikudagin 22. apríl kl. 17.00. Marner av Lofti framførir
  • Føroyahúsið í Keypmannahavn. Fríggjadagin 24. apríl kl. 16.30. Høgni Reistrup framførir
  • Kennir tú onkran relevantan útiseta, mást tú endiliga bjóða viðkomandi við til tiltakið ella vísa teimun á heimasíðurnar www.eik.fo ella www.18-25.fo har vit lýsa við tiltakinum.

    Øll eru vælkomin!