TÁ IÐ FJØLLINI KALLA

Studentadagur í Fólkatinginum fyri lesandi í Danmark úr Føroyum og Grønlandi INNBJÓÐING Av tí at tiltakið hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingið fyri tey føroysku og grønlendsku lesandi í 2008 eydnaðist sera væl, hevur bólkurin – í samstarvi við studentarfeløgini – avgjørt, aftur í ár, at skipa fyri einari líknandi ráðstevnu.

Ráðstevnan verður fríggjadagin tann 27. marts 2009 frá kl.13 til kl.17 í Landstingssalinum á Christiansborg. Dyrnar lata upp kl. 12:00.

Á studentadegnum kunnu luttakararnir – umframt limirnir í Norðuratlantsbólkinum – millum onnur, hitta fylgjandi politikarar og vinnulívsfólk: Line Barfod úr Eindarlistanum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri í Sermersooq Kommunu, Christian Nagta, stjóri í Nema og Svend Hardenberg, stjóri í Nukissiorfiit, Grønlendskt El-felag.

Við støði í yvirskipaða evninum á ráðstevnuni ”Tá ið fjøllini kalla” fara røðararnir at tosa um flytføri í føroysku og grønlendsku arbeiðarafjøldini, og harafturat um hvønn týdning tað hevur fyri framtíðina hjá okkara londum, at fleiri hundrað føroyingar og grønlendarar hvørt ár flyta til Danmarkar og onnur lond at lesa.

Aftan á ráðstevnuna skipa feløgini fyri teimum lesandi, MFS og Avalak, fyri veitslu í sambandi við dagin. Veitslan verður í Føroyahúsinum, og byrjar kl. 19. Prísur fyri at verða við til døgurðan og veitsluna er 125 kr.

Feløgini fyri teimum lesandi skipa eisini fyri busskoyring til Keypmannahavn úr Ålborg, Århus og Odense. Bussurin koyrir úr Ålborg fríggjamorgun og koyrir aftur úr Keypmannahavn til Odense, Århus og Ålborg leygardagin 12. april kl.13:00. Meira kunning um busskoyringina er at finna á www.dnag.dk.

Til ber at tekna seg til bæði veitslu og busskoyring, samstundis sum ein teknar seg til ráðstevnuna. Pláss er fyri 150 luttakarum og tí verða plássini latin teimum, sum fyrs tekna seg.

Til ber at tekna seg á: http://student.dnag.dk/ og skal hetta gerast áðrenn 22. marts 2009.


Prísur fyri veitsluna í Føroyahúsinum er 125 kr. og skal gjaldast til MFS: Danske Bank Reg. nr. 9570 Konto nr. 215 456 0 Viðmerk: "Navn & Fest"

Fyri nærri kunning, ber til at seta seg í samband við: Arnakkuluk Kleist: arnakkuluk.kleist@ft.dk Barbara Jacobsen: barbara.jacobsen@ft.dk

Avalak: gerth@avalak.gl MFS: mfs@mfs.fo

SKRÁ Kl. 12:00 - 13:00 KOMA OG SKRÀSETING Kl. 13:05 - 13:15 Juliane Henningsen, Norðuratlantsbólkurin Kl. 13:15 - 13:25 Line Barfod, Enhedslisten Kl. 13:25 - 13:35 Julie Rademacher, Socialdemokraterne Kl. 13:35 - 14:05 Spurningar/Kjak Kl. 14:05 - 14:25 Stuttur steðgur –bólkurin bjóðar kaffi og te

Kl. 14:25 - 14:35 Lars-Emil Johansen, Norðuratlantsbólkurin Kl. 14.35 - 14:45 Christian Nagata, Stjóri í Nema Kl. 14.45 - 14:55 Svend Hardenberg, Stjóri í Nukissiorfiit Kl. 14:55 - 15:05 Heðin Mortensen, Borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu Kl. 15:05 - 15:15 Asii Chemnitz Narup, Borgarstjóri í Sermersooq Kommunu Kl. 15:15 – 15:45 Spurningar/Kjak Kl. 15.45 – 16.50 Bólkakjak / ”Workshop” Kl. 16.50 – 17.00 Høgni Hoydal, Norðuratlantsbólkurin Kl. 17.00 RÁÐSTEVNAN ENDAR

GG! Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni.