Føðingardagur hjá MFS

Í samband við at MFS fyllur 47 ár, verður eitt rimmar tiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, fríggjakvøldið 30. januar. Fyrst verður partur 2 & 3 av kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum, um hví føroyingar ikki velja at flyta heim aftur, framløgd - vit fáa vitja av Suna Poulsen og Sjúrða Skaale ið hava staðið fyri kanningini - og aftaná verður útgávukonsert við Høgna Lisberg, ið fyri stuttum gav fløguna "Haré! Haré!" út.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin :)

Skráin: 19.30 Dyrnar lata upp 20.00 - 21.00 Suni Poulsen leggur kanningin hjá Norðuratlantsbólkinum fram. 21.00 - 21.30 Suni Poulsen & Sjúrður Skaale svara spurningum frá áhoyrarunum. 22.00 - 23.00 Útgávukonsert við Høgna Lisberg.