MFS frámælir broyting av inntøkumarkinum hjá lesandi

Fríggjadagin 23. desember 2011 hevur løgtingið 3. viðgerð av uppskotinum um hækkan av inntøkumarkinum hjá lesandi. MFS vil við hesum staðiliga frámæla uppskotinum. MFS metir, at lógaruppskotið leggur dent á skeivan málbólk. Í staðin fyri bert at stuðla 150 lesandi, eigur løgtingið at veita betri karmar til lesandi sum heild. Ella um ikki annað so fleirtalið av lesandi. Sjálvandi skal tað altíð loysa seg at arbeiða. Tað kann tó tykjast løgið, at ístaðin fyri at betra umstøðurnar hjá teimum 3.300 lesandi í Føroyum, bæði á miðnámi og undir hægri útbúgving, so velur løgtingið at hækka inntøkumarkið úr 10.000 kr. til 20.000 kr., sum bert gagnar 150 lesandi.

Fyri at forvinna 10.000 kr. um mánaðin, skal ein lesandi arbeiða góðar 20 tímar um vikuna til vanliga tímaløn. Skal ein lesandi upp á 20.000 kr., skal arbeiðast meira enn fulla arbeiðstíð – 40 tímar um vikuna. Og hvussu verður so við lestrinum?

Tað tænir ongum, at lesandi fáa vánalig prógv ella enn verri gevast við lestrinum.

Í løtuni ber til at fáa eitt ár meira í ÚS, enn bachelor við master tekur, og væntandi verður hetta eyka árið meira nýtt, tess meira lesandi arbeiða, meðan tey lesa. Lógarbroytingin fer sostatt yvir eitt longri tíðarskeið at føra við sær eina hækking av útreiðslunum hjá landskassanum til ÚS.

MFS heitir á lesandi, ið hava møguleika og førleika, at fáa sær lestrarstarv. Tað gevur tættari tilknýti til arbeiðsmarknaðin og styrkir um møguleikan at fáa fast starv aftan á loknan lestur. MFS vísir samstundis á, at starvið ikki eigur at darva lestrinum. Tí lesandi eru fyrst og fremst lesandi. Lestur er eitt fulltíðarstarv, og eyka arbeiði eigur ikki at vera fyrsta raðfesting.

MFS fegnast um, at umstøðurnar betrast hjá teimum, sum arbeiða nógv. Men felagið harmast um, at ÚS ikki samstundis verður hækkað - ella um ikki annað prístalsviðgjørt.

Ætlaða broytingin fer einans at tæna fáum av teimum 3.300 lesandi í Føroyum. Samstundis tænir hon bert teimum, sum megna at hava eitt tíðarkrevjandi starv aftur at lestrinum. MFS óttast fyri, at hetta fer at fáa beinleiðis fylgjur fyri góðskuna á próvnum og longdina av lestrartíðini hjá teimum lesandi. Og hvat er tá vunnið?

Við kvøðu MFS