Aðalfundur hjá MFS

Góði limur! Vit vilja hervið boða frá, at MFS hevur aðalfund mánadagin 29. desember kl 17. Fundurin verður á Fróðskaparsetrinum, Føroyamálsdeildin, V.U. Hammershaimbs gøta 16.

Skrá 1. Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum. 3. Val av nýggjum ráði. 4. Ymiskt

Nýggja ráðið skipar seg sjálvt eftir aðalfundin Allir limir felagsins kunnu stilla upp til ráðið á aðalfundinum og hava rætt til at velja upp til 11 limir í ráðið. Øll eru hjartaliga vælkomin á aðalfund

Vinarliga Rúna Jakobsen, forkvinna