Fá eitt JobPrát millum jóla og nýggjárs!

Tjúgu fyritøkur og stovnar ynskja at hitta lesandi føroyingar og útisetar til at umrøða framtíðar starv í Føroyum. Hósdagin tann 29. desember verður starvsstevnan Jobmatch.fo í nýumvaldum, hugnaligum hølum á Østrøms Fabrikk á Skálatrøð í Havn. Hetta er á triðja sinni, at Jobmatch.fo verður fyriskipað, men hetta er fyrstu ferð tiltakið verður í Føroyum. Endamálið er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, lesandi og útisetar.

Royndirnar vísa, at mest kemur burturúr, um áhugað bíleggja sær eitt sokallað JobPrát, sum er ein óbindandi styttri samrøða á 10-15 minuttir. Her fáa tey høvi til at kunna seg um tær fyritøkur og stovnar, tey eru áhugað at koma í samband við, umframt at greiða frá um seg sjálvan. Til ber at bíleggja eitt JobPrát á www.jobmatch.fo.

Higartil hava tjúgu fyritøkur og stovnar teknað seg til at hava eitt fundarstað á Jobmatch. Til ber at lesa um hesar á www.jobmatch.fo.

Starvsstevnnan byrjar hósdagin 29. desember kl. 14 og er opin til kl. 21. Tað er ókeypis at vitja á Jobmatch.fo, sum verður fyriskipað av Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsinum, Altjóða Skrivstovuni og MFS.