Jólaheilsan frá MFS

Hendan heilsanin var send í Kringvarp Føroya saman við jólaheilsanum úr Danmark á jólum 2011. Eg eiti Birita í Dali og eri forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta í Keypmannahavn. Eg vil senda eina jóla- og nýggjársheilsan vegna nevndina hja MFS.

Tankar um lestrarlívið Vit eru fleiri enn 1.100, id lesa uttanfyri Føroyar, og meginparturin av okkum lesa her í Keypmannahavan. Desembur mánaði er ein meira friðleysur mánaður hjá teimum flestu orsakað av próvtøkum, men tey allarflestu gleða seg til at at vera heima á klettunum á jólum. Tíverri hava øll lesandi ikki rád at koma heim til jóla. Føroysk lesandi uttanfyri Føroyar eru ikki heilt í somu støðu, sum mong lesandi aðrastaðni í heiminum. Tá vit fara undir hægri útbúgving uttanfyri Føroyar missa vit gerandisdagin heima í Føroyum, bæði tá hugsað verður um familjuna, men eisini tað samfelagsliga. Møguleikarnir hjá okkum undir útbúgving at virka í og ávirka okkara føroyska samfelagið eru ikki mangir. Tí er tað av stórum týdningi, at vit hava eitt vælvirkandi MFS

MFS er ein millumliður. Millum føroyska samfelagid og tey lesandi og millum tey lesandi innanhysis. MFS er eitt vidurkent samrádingarumbod vid føroysku myndugleikarnar. MFS strembar fyri at tryggja eitt gott samskifti við tey lesandi, líkamikið hvar í heiminum hesi eru stødd. Her í Keypmannahavn veita vit karmar fyri kjaktiltøkum har vit varpa ljós á alskyns føroysk viðurskifti, hetta bæði fyri at styrkja samanhaldið millum Føroyar og tann einstaka lesandi, men eisini fyri at styrkja samanhaldið millum tey lesandi í kbh. Í nýggja árinum hava vit nógv spennandi kjaktiltøk á skránni, og í februar byrja vit næstu lestrarhálvárid vid eini ræstkjøtaveitslu fyri lesandi í Keypmannahavnarøkinum.

So er bert eftir at ynskja gleðilig jól og gott nýggjár til:

  • til øll teirra, sum  hava hildið framløgur á okkara tiltøkumí Føroya húsinum
  • Politikarum, sum eru møttir upp til kunning og kjak
  • Ráðgevingini í Føroyahúsinum, sum hjálpir øllum føroyskum lesandi.
  • Til tykkum, sum hava møtt mannsterk upp til okkara tiltøk í ár
  • ...og øllum okkara limum, sum geva okkum eitt heimildargrundarlag at arbeiða á og eina rødd úteftir móti altjóðasamfelagnum - og móðurlandinum Føroyum.

Gleðilig jól ! – og gott nýggjár øll somul ! vónandi síggjast vit næsta ár.