Lestrarstarv sum PISA-rættari 2012

Mentamálaráðið fer aftur komandi vár at stíla fyri PISA 2012, ið er ein altjóða OECD-kanning av ymiskum næmingaførleikum, sum OECD metir vera grundleggjandi í framtíðarsamfelagnum. Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið tørv á 8 lesandi í Keypmannahavn, ið kunnu vera við til innlesa svarini hjá teimum føroysku næmingunum í leistin hjá OECD. Talan er um eitt spennandi arbeiði, ið gevur teimum, sum gerast PISA rættarar, eitt gott innlit í, hvussu ein altjóða kanning er skipað, og við støði í hvørjum krøvum. Upplæring í, hvussu svørini skulu rættast, fer fram nakrar dagar í apríl/mai mánaði 2012 á Socialforskningsinstituttet (SFI) í Keypmannahavn. Upplæringin tekur 2 – 3 dagar.

Sjálvt arbeiðið at rætta fer fram í mai/juni 2012, men tað ber til rættiliga frítt at leggja arbeiðið rættis, so tann einstaki sjálv/ur stýrir tímanýtsluni. Løn verður veitt fyri tímar, ið verða brúktir til bæði upplæring og rætting. Tímalønin er 112,52 kr. um tíman umframt frítíðarpeningur.

Tey, ið hava ynski um at gerast PISA rættarar, skulu í seinasta lagi 15. desember 2011 senda Mentamálaráðnum ein teldupost. Í teldupostinum skal umsøkjarin tilskila hetta:

Fornavn og eftirnavn: Gøtunavn og nummar: Postnummar og býur: Fartelefon: Teldupostur: Útbúgving, herímillum hvussu langt viðkomandi er komin í lestrinum.

Telduposturin við umsókn um at gerast PISA-rættari skal sendast til: claus@mmr.fo